Trý ára sáttmálin, sum Heilsuhjálparafelag Føroya gjørdi við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, fyri tveimum vikum síðani, er nú endaliga góðkendur.
Í farnu viku undraðist á Mary Antonsdóttir, forkvinna í heilsuhjálparafelagnum seg yvir, at sáttmálin ikki var komin í gildi enn, tí at sáttmálin enn ikki var góðkendur av lønardeildini undir Fíggjarmálaráðnum.
Men henda góðkenning er nú komin.
Tað váttar Per Martin Gregersen, formaður í KAF.
- Tað vóru onkrar útrokningar, sum skuldu gerast fyrst, tí hevur tað tikið eina løtu at fáa sáttmálan endaliga góðkendan. Men nú er alt komið undir land, sigur Per Martin Gregersen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald