Mentan

Amerikansk virðisløn til føroyska bók

Yrkingasavn hjá Kim Simonsen í enskari týðing hevur vunnið ‘The Cliff Becker book prize in translation’.

Kim Simonsen

Kim Simonsen

2026-11-03 11:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í november kemur enska útgávan av yrkingasavninum ‘Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum’ eftir Kim Simonsen út á amerikanska forlagnum White Pine Press.

Enska útgávan hevur heitið ‘The biological composition of a drop of seawater is reminiscent of the blood in my veins’.

Bókin hevur vunnið amerikansku virðislønina ‘The Cliff Becker book prize in translation’, sum verður latin fyri umsettar bókmentir. Savnið er týtt úr føroyskum til enskt av Randi Ward.

Longu áðrenn útgávuna hevur bókin fingið eitt sterkt viðmæli frá amerikanska rithøvundinum Christopher Merrill. Merrill er rithøvundur og hevur skrivað bókina 'Flares'. Hann hevur eisini staðið á odda fyri rithøvundaskúlanum 'International writing program við University of Iowa', sum er ein tann mest týðandi rithøvundaskúlin í heiminum.

Á bakpermuni skrivar Merrill:

“Við ásannanini hjá Anaximander um, at ‘alt, ið doyr, vendir aftur til tað frumevnið, sum tað spratt úr’ skapar Kim Simonsen eina stórbæra meditatión um havið, sæð gjøgnum deyðan hjá siglandi pápanum. Føroyski yrkjarin, kuratorurin og granskarin hevur snildisliga bundið saman gerandisligar smálutir, broytingar í veðrinum og rørslur í havinum við størri tilveruligar spurningar, á einum máli, sum bæði er knapt og miskunnarleyst. Í náttúrunnar ringrásum skapar hann ‘søguna um aldurnar og náttina.’ Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum er ikki bara eitt strálandi íkast til frøðibókmentirnar, men eisini ein nýggjur máti at lesa landslagið og havlandsøkið í okkara egna lívi.”

Kim Simonsen hevur seinnu árini fingið altjóða gjøgnumbrot við yrkingum, útgávum og upplestrum.

Í oktober var hann gestur á Minsheng-listasavninum í Shanghai, har umleið 9.600 fólk fylgdu einum upplestri á netinum.

Stutt eftir varð avtala gjørd um kinesiska útgávu av tveimum av bókum hansara í 2028.

Útgávan hjá White Pine Press verður sostatt enn eitt stig í altjóða ferðini hjá føroyskum bókmentum. 

Tíðindaskriv frá Forlagnum Eksil

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder