Barnafamiljur í Føroyum kunnu longu nú søkja um jólahjálp umvegis átakið Í menniskjum góður tokki.
Umsóknarblaðið er nú tøkt á heimasíðuni hjá Barnabata, og freistin at søkja er 29. novembur.
Í ár hava barnafamiljur í Føroyum næstan ein heilan mánað at søkja um jólahjálp. Hetta teimum betri møguleika at søkja um fíggjarligan stuðul og fáa neyðuga vegleiðing, um tørvur er á tí.
Undanfarin ár hevur umsóknarskjalið bert verið tøkt á heimasíðuni í eina viku. Tí hevur Barnabati í ár valt at leingja umsóknar tíðarskeiðið munandi, so barnfamiljurnar fáa betri stundir at søkja.
Harumframt er jóla- og stuðulskonsertin framskundað fyri at tryggja, at jólahjálpin kemur út til barnafamiljurnar í góðari tíð.
Tað snýr seg ikki bert um at fáa hjálpina út fyrr, men eisini at geva familjunum meira tíð til tað, sum veruliga hevur týdning – at vera saman og skapa góður løtur fyri børnini.
Jóla- og stuðulskonsertin Í menniskjum góður tokki verður í Havnar kirkju 15. novembur klokkan 17, og verður víst í Kringvarpinum sunnukvøldið 22. novembur klokkan 19.
Tíðindaskriv frá Barnabata
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald