- Eg dugi ikki at síggja, at Russland roynir at fáa nakran frið yvirhøvur. Tvørturímóti síggja vit fleiri blóðug álop seinastu dagarnar, umframt hybridkríggið, sum gongur fyri seg í Evropa.
Soleiðis segði Mette Frederiksen, tá hon á "door-step" tíðindafundi á Christianborg svaraði uppá spurningar frá miðlunum.
Hetta var eftir, at forsætisráðfrúan hevði svarað uppá spurningar í tingsalinum.
Stóra søgan frá seinastu viku, um at Jonas Gahr Støre og Alexander Stubb, stjórnarleiðararnir í ávikavist Noreg og Finnlandi, fylti sjálvandi nakað.
Mette Frederiksen er framvegis firtin um framferðarháttin hjá samstarvsfeløgunum í Norðanlondum. Hon vísti á, at Norðanlond og Evropa sum heild noyðist at standa saman móti Russlandi.
- Tað mest týðandi, í mun til Russland, er at vit vilja vinna hetta kríggið. At sláa fast at Russland ikki skaldrepa evropearar og halda fram at upprusta.
Sum heild er neyðugtat " at trýsta Russland í nógv størri mun", helt danski leiðarin fyri. Hetta við at ikki hava handilsavtalur og annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald