Týsdagin hevði løgrelan úr at gera. Hetta við at geva bøtur fyri ymisk brot í ferðslu. Fleiri av hesum kostaði eisini førarunum klipp.
Byrjað varð við ein skúla í høvuðsstaðnum, har børn í tveimum ymiskum bilum ikki sótu í neyðugum barnastóli ella trygdarbelti: Tvær bøtur og tvey klipp.
Í miðbýnum, við Vaglið, er framvegis ikki loyvt at koyra inn á parkeringsøkið við ráðhúsið. Hetta gjørdu tveir bilførarar kortini - hesir koyrdu ímóti loyvda rætnninginum og ímóti tí, sum stóð á skeltinum: Tvær bøtur og tvey klipp.
Nógv hendi eisini í Eysturoynni. Millum annað steðgaði løgreglan trimum bilførarum, sum hildu í telefonini og tosaðu meðan koyrt varð: Tríggjar bøtur og trý klipp.
Harvið samanlagt sjey klipp og bøtur fyri nakað omanfyri 10.000 krónur - tí onnur fingu eisini bøtur: Ein fyri at koyra við dekkum, sum vóru í ov ringum standi og ein, tí at ljós vóru brotstin.
Vatktleiðarin hjá løgregluni upplýsir eisini, at tveir bilførarar í Klaksvík fingu bót: Annar fyri ikki at sita í trygdarbelti og hin fyri ikki at hava koyrikort við sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald