placeholder
Uttanlands

Brasil: Vil ikki døma mannin, ið leyp á forsetan við knívi

Dómarin metti ikki, at maðurin visti, hvat hann gjørdi, men brasilski forsetin heldur, at orsøkin til álopið var politisk

Jair Bolsonaro (Mynd: EPA)

Jair Bolsonaro (Mynd: EPA)

2019-06-15 17:38 Author image
Alda Nielsdóttir

Í september í fjør varð høgravenda brasilska forsetavalevnið, Jair Bolsonaro, álopin og stungin í búkin við knívi undir valstríðnum.

Meðan Bolsonaro lá og skríggjaði av pínu, varð álopsmaðurin bukaður av viðhaldsfólki hansara, áðrenn hann varð handtikin av løgregluni.

Níggju mánaðar eru nú farnir, og enn er álopsmaðurin ikki dømdur, og einki bendir á, at hann nakrantíð fer at verða tað, skrivar DR.

Ein samveldisdómari hevur nevniliga noktað at rættarsøkja hann. Orsøkin er, at dómarin ikki metir, at álopsmaðurin rættiliga visti, hvat tað var, hann gjørdi.

Hendan avgerðin kemur fleiri vikur eftir, at ein annar dómari tók avgerð um, at álopsmaðurin skuldi vísast til eitt sjúkrahús fyri sálarsjúk.

Maðurin verður mettir at vera vandamikil, so hann er nú fongslaður í óásetta tíð, so hann kann fáa ta viðgerðina, honum tørvar.

Tað er hendan avgerðin, sum Bolsonaro, ið síðani er vorðin forseti í Brasil, ætlar at stríðast ímóti. Hann heldur nevniliga ikki, at talan bert var um gerðirnar hjá einum sinnisjúkum manni. Hann heldur orsøkina til álopið vera politiska.

- Tey royndu at taka lívið av mær. Eg eri vísur í, at eg veit, hvørji tey eru, men hvørji vil eg ikki siga. Eg ynski ikki at døma nakran frammanundan, sigur Bolsonaro, sum misti 40 prosent av blóði sínum undir álopinum. Eisini varð hann sera veikur í fleiri mánaðar aftaná orsakað av skaðanum.

Bolsonaru verður ofta róptur "tann brasilski Trump".

Hann hevur millum annað sagt, at honum hevði dámt betur, um sonur hansara doyði, um hann vísti seg at vera samkyndur. Og í 2015 fekk hann eina bót fyri at siga, at eitt kvinnuligt umboð í kongressini ikki varð verd at neyðtaka, tí at hon var so ljót.

Sambært BBC er álopsmaðurin vinstravendur, og er hann komin við fleiri atfinningum móti Bolsonaro á sosialu miðlunum. Hann skal eitast at hava sagt við løgregluna, at hann gjørdi tað, hann gjørdi, tí at Guð hevði biðið honum gjørt tað.

Hóast Bolsonaro, eftir hann varð álopin, noyddist at gevast við at føra valstríð í eina tíð, eydnaðist tað honum í oktober at vinna brasilska forsetavalið. Hann fekk 55,2 prosent av atkvøðunum.

placeholder
placeholder