Uttanlands

Keisha Lance Bottoms gerst fyrsti litti kvinnuligi guvernørur í USA

Demokratarnir sigraðu eisini til guvernørvalini á miðskeiðisvalunum í gjár.

Keisha Lance Bottoms, komandi guvernørur í Georgia (Mynd: Megan Varner/AFP/Ritzau Scanpix)

Keisha Lance Bottoms, komandi guvernørur í Georgia (Mynd: Megan Varner/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-04 13:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru ikki bert senatorar og limir í umboðsfólkatinginum, sum stóðu fyri vali í USA í gjár.

Fleiri guvernørar stóðu eisini fyri vali. Guvernørurin er ovasti politiski leiðarin í statinum. Tað er hann, ið setir lógir í verk, ið galda fyri statin.

Og eins og til kongressvalið, so gingu demokratarnir eisini fram á guvernørvalunum. 36 amerikanskir statir skuldu velja guvernør, og higartil hava demokratarnir vunnið fýra guvernørsessir frá republikanarunum – í Georgia, Iowa, Ohio og Texas.

Mest óvanliga valúrslitið finna vit í Georgia, har demokratiska Keisha Lance Bottoms, fyrrverandi borgastjóri í stórbýnum Atlanta, vann guvernørvalið. Hon gerst harvið tann fyrsta litta kvinna nakrantíð, ið verður vald til guvernør í einum amerikanskum stati, skrivar AP.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder