Uttanlands

Montenegro á veg at gerast ES-limur

Samráðingarnar við baltiska landið eru komnar so mikið langt, at Montenegro kann gerast partur av ES 1. januar 2028.

Podgorica er høvuðsstaður í Montenegro. Myndin er tikið við ítróttahøllina, har kvinnulandsliðið spældi landsdyst í mars (Mynd: Sverri Egholm)

Podgorica er høvuðsstaður í Montenegro. Myndin er tikið við ítróttahøllina, har kvinnulandsliðið spældi landsdyst í mars (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-04 17:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðan Kroatia gjørdist ES-limur í 2013 er lagt upp til at leggja eitt land afturat limaskaranum í evropeiska samveldinum.

ES-nevndin metir, at samráðingarnar við Montenegro møguliga kunnu koma á mál áðrenn hetta árið er úti, og harvið er møguleiki fyri at avtala kann undirskrivast longu í juni 2027, skrivar NRK.

Harvið kunnu teir umleið 600.000 borgararnir í Montenegro gerast ES-limir frá 1. januar 2028 at rokna.

Sambært eini frágreiðing frá ES-nevndini um víðkan av felagsskapinum eru tað fleiri lond, ið byrja at nærkast einum møguligum limaskapi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder