Innanlands

Hetta Hittar – nýtt borðspæl á føroyskum

Talan er um eina føroyska útgávu av spælinum ‘That Tracks’ hjá Bezzerwizzer Studio.

2026-11-05 10:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hetta Hittar er eitt spildurnýtt samveruspæl, ið ikki er sæð áður og er partur av útgávunum hjá Bezzerwizzer Studio, sum koma út um allan heimin í løtuni undir heitinum, That Tracks.

Í Hetta Hittar skulu tvey lið kappast um at fáa 4 leitiheiti og 4 littrar ráklinjur ella 4 litir á eini lagkøkumynd at samsvara, grundað á, hvussu nógv tey eru googlað.

Evnini eru alt frá kendum tónleikarum til amerikanskar forsetar, drykkjuvørur, ymisk rák og mangt annað. Um tú minnist nær øll áttu hvør sín fidget spinnara, nær vit byrjaðu at taka selfies, nær teir ymsu filmirnir hjá Tom Cruise komu út ella nær Any Winehouse lat lív, so kann tað hjálpa tær á vegnum.

Evnini eru sera ymisk og heimsrákini hava verið sera ymisk, so her kunnu øll ung og vaksin onkursvegna vera við. Hetta Hittar er eitt samveruspæl til 2-6 spælarar, sum tey flestu gerast bitin av uppá stutta tíð. Spælið tekur bert 20 til 30 minuttir at spæla, so tað er skjótt at taka fram og leggja frá sær aftur.

Hetta Hittar kann bíleggjast longu nú á nethandlinum hugnalotur.fo. Eisini kann spælið keypast her frá fríggjadegnum 6. novembur (onkur handil fær spælið til sølu longu hósdag seinnapart): Í Á handlunum kring landið, Rit & Rák í SMS, H.N. Jacobsens Bókahandli, DINO í Miðlon, Bókabúðini í Runavík, Berglon í Runavík, Bókabúðini í Klaksvík, Berglon í Klaksvík og Hjá Rólant á Sandi.

Hetta Hittar verður víst fram á Torginum í SMS hósdagin 5. novembur, har spælið kann roynast og keypast.

Hugnaløtur

Síðani á heysti í 2022 hava Hugnaløtur givið út minst eitt føroyskt borðspæl um árið, og nú kemur nummar ellivu út, í røðini av føroyskum borðspølum. Í ár er so talan um Hetta Hittar. Hini spølini eru: Bezzerwizzer versjón 1, Bezzerwizzer versjón 2, Hint, BrainBox Myndir, BrainBox Tíðarferðin, BrainBox Heimurin, Bricks Nær var tað?, Bricks Føroysk skipasøga, Bricks Føroyskur tónleikur, Bricks Føroyskur fótbóltur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder