Ein kendur týskur politikari var í gjár funnin deyður á einum hotelli í týska høvuðsstaðnum, Berlin.
Tað upplýsir løgreglan í Berlin, sum nú hevur sett eina kanning í verk av málinum.
Talan er um 55 ára gamla Hubert Aiwanger, ið er varaforsætisráðharri í statinum Bayern í Suðurtýsklandi.
Enn er óvist hvør deyðsorsøkin var. Í fráboðanini frá løgregluni verður sagt, at Aiwanger varð “funnin deyður á hotellkamari sínum” í Mitte býarpartinum í Berlin.
Løgregla og ákærumyndugleiki hava nú sett kanning í verk fyri at “sláa fast júst hvør deyðsorsøkin er og umstøðurnar kring deyðan”, verður sagt í fráboðanini.
Kanningin skal eisini “útiloka møguliga íblanding frá triðjaparti”, verður lagt afturat.
Aiwanger var leiðari í populistiska flokkinum Freie Wähler, Frælsir Veljarar, og búskaparráðharri í Bayern. Hann var í Berlin í sambandi við, at ein floksskrivstova skuldi lata upp har.
Týska blaðið Bild hevur skrivað, at hann sendi avboð til tiltakið, tí hann kendi seg illa fyri.
Seinni fann løgreglan hann deyðan á hotellinum Neuer Fritz.
Bild skrivar, at Aiwanger ikki var giftur, men búði saman við unnustuni, Tanja Schweiger, ið eisini er politikari og stendur á odda fyri økisfyrisitingini í Regensburg. Tey hava tveir synir.
Markus Söder, forsætisráðharri í Bayern, lýsir hendingins, sambært AFP, at vera ein sorgarleikur.
- Vit eru øll skelkað. Tankar okkara fara fyrst av øllum til familjuna og børn hansara.
Hubert Aiwanger hevur staðið á odda fyri Freie Wähler í Bayern síðan 2006. Undir hansara leiðslu kom flokkurin fyri fyrstu ferð í landspartastjórnina í 2018.
Hann gjørdist kendur um alt landið, tá tað í 2023 kom fram, at tað seinast í 1980’unum, tá hann var tannáringur, vórðu funnin nasistisk skriv í skúlatasku hansara.
Hann bað um umbering, men sýtti fyri at leggja frá sær tá, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald