Spanska Asador Etxebarri, sum liggur í Atxondo millum Bilbao og San Sebastian í Baskaralandinum, er kosin til heimsins bestu matstovu 2026. Hetta hendi, tá ’50 Best Restaurants’ vórðu avdúkaðar í Lima, høvuðsstaðnum í Peru í nátt, okkara tíð.
Næstbesta matstova í heiminum eitur Gaggan og liggur í Bangkok í Tailandi.
Danskar matstovur kláraðu seg væl, skrivar Ritzau.
Matstovan Alchemist í Keypmannahavn gjørdist nummar trý, Kadeau á Christianshavn í Keyhpmannahavn er nummar 8 og Jordnær í Gentofte nummar 40. Vyn í Skillinge í Svøríki er nummar23.
Í fjør var Kadeau nummar 40, og hon var sostatt kosin sum tann matstovan á listanum, við størstu framgongd. Bæði Jordnær og Kadeau hava tríggjar stjørnur í Michelinguide’ini.
Listin “50 best Restaurants” gongur upp í hundrað. Matstournar á 51. til 100. pláss var kendur frammanundan. Her finna vit tvær norðurlendskar matstovur afturat – Koan í Keypmannahavn er nummar 57 og Frantzén í Stockholm nummar 58.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald