Innanlands

Fleiri bussskýli sett upp í Tórshavnar kommunu

Sjey nýggj busskýli eru sett upp, og í næstu viku verða tvey afturat sett upp.

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2026-11-05 15:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri vórðu sjey nýggj bussskýli sett upp ymsa staðni í Tórshavanr kommunu, og tvey afturat verða sett upp innan heilt stutta tíð.

Tórshavnar kommuna sigur seg hava fingið fleiri fyrispurningar um at fáa fleiri busskýli sett upp í kommununi, og hevur hon tí arbeitt við hesum og gjørt sáttmála við Dygdarverk um at gera og seta upp nýggj bussskýli.

Bussskýli eru sett upp á Staravegnum, Millum Gilja, á Dalavegnum, á Karlamagnusarbreyt, og í næstu viku verður eitt bussskýli sett upp í Hornabø og eitt á Marknagilsvegnum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Í kommununi eru 188 busssteðgistøð, og av teimum hava 125 bussskýli - og nú koma níggju afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder