Tað var kríggið í Iran, sum var orsøkin til stóra republikanska ósigurin á amerikanska miðskeiðisvalinum týsdagin.
Tað siga bæði amerikanski forsetin, Donald Trump og amerikanski varaforsetin, J.D. Vance sambært Ritzau.
– Um tit vilja vísa á, at tað var tað vert - at tað vart tað vert at missa Senatið komandi seks árini - so gerið tað. Sigið, at tað var ein prísur, sum var verdur at gjalda, skrivar Vance á X.
– Men øll vita, hví vit taptu. Og einhvør ærlig samrøða um, hvar vit skulu fara herfrá, má byrja har, sigur hann.
Les eisini: USA hevur partvíst skift politiska síðu
Trump ásannar, at kríggið var orsøkin til, at prísurin á brennievni fór upp, men kortini metir hann, at tað var tað vert, tí kríggið forðar Iran í at metta kjarorkuvápn.
– Hatta við Iran noyddust vit at gera, og vit halda fram við tí, undirstrikar amerikanski forsetin.
– Eg kann siga tykkum, at viðvíkjandi krígnum hevði eg ikki gjørt nakað øðrvísi.
Trump heldur tó uppá, at um hann hevði verið á atkvøðuseðlinum, høvdu Republikanarar vunnið valið.
Les eisini: Heldur ikki fram sum republikanskur leiðari í Umboðsmannatinginum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald