Innanlands

Føroya fyrstu "burturkastambassadørar" fingið prógv

Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava verið á skeiði, sum Varandi Vinna skipar fyri saman við IRF og Kommunalu Brennistøðini.

(Mynd: Industry.fo)

(Mynd: Industry.fo)

2026-11-06 15:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Varandi Vinna hevur saman við IRF og Kommunalu Brennistøðini skipað fyri skeiðinum, sum hevur til endamáls at geva starvsfólkum vitan og amboð til at betra um burturkastskiljing og endurvinning á arbeiðsplássum, og nú hava útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar, skrivar Vinnuhúsið.

Skeiðið hevur verið skipað yvir sjey vikur við vitjanum hjá IRF á Hagaleiti og Kommunalu Brennistøðini á Hjalla. Luttakararnir hava fingið innlit í, hvussu burturkast verður handfarið, hvat hendir við tí, sum verður latið til endurvinning, og hví tað hevur týdning at skilja rætt.

Súsanna Berg, ráðgevi í burðardygd í Vinnuhúsinum fegnast um góðu undirtøkuna fyri skeiðið, tí tað vísir, at fyritøkur vilja taka ábyrgd og gerast betri til at skilja burturkast.

– Tað hevur serliga stóran týdning, at luttakararnir kunnu taka vitanina við sær aftur á arbeiðsplássið og gera ítøkiligar broytingar, sigur hon.

Árliga hava vit umleið 64.000 tons av burturkasti í Føroyum, og 57 prosent av hesum stava frá vinnuni. Tí hevur vinnan stóran týdning, um vit skulu gerast betri til at skilja burturkast og gagnnýta tilfeingið, skrivar Vinnuhúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder