Innanlands

Løgreglan: Minnist til endurskin

Løgreglan hevur eina áminning til fólk, nú tað er vorðið so myrkt um morgnarnar.

(Mynd: Ráðið fyri ferðslutrygd)

(Mynd: Ráðið fyri ferðslutrygd)

2026-11-06 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú tað er vorðið so myrkt um morgnarnar minnir løgreglan fólk á at nýta endurskin, tá tey ganga úti.

Endurskin ger fólk meira sjónlig hjá bilførarum, og sambært Ráðnum fyri ferðslutrygd, sum vísir til tøl hjá norska Transportøkonomisk Institutt, minkar endurskin um vandan fyri at fáa skaða til gongu í ferðsluni við umleið 85 %.

– Brúkar tú endurskin, sæst tú úr 140 metra fjarstøðu, um bilurin brúkar nærljós. Brúkar tú ikki endurskin, sæst tú nústani, tá bilurin er 25-30 metrar burturfrá. Roknað um til tíð, hevur bilførarin ávikavist 10 sekund og 2 sekund at umráða seg í, alt eftir um tú brúkar endurskin ella ikki, skrivar Ráðið fyri ferðslutrygd.

Átøk í sambandi við skúlakoyring
Løgreglan upplýsir, at hon komandi tíðina fer at gera fleiri málrættað átøk við skúlar um morgnarnar.

Eitt nú verður kannað, um børn, sum verða koyrd í skúla sita røtt íbundin. Gera tey ikki tað, fær bilførarin eina bót og klipp í koyrikortið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder