Uttanlands

USA økir um sína umboðan í Grønlandi

Ambassadan í Nuuk skal kunna hýsa 17 starvsfólkum.

Amerikanska konsulátið heldur til í hesum bygninginum í Nuuk (Mynd: EPA)

Amerikanska konsulátið heldur til í hesum bygninginum í Nuuk (Mynd: EPA)

2026-11-06 14:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

USA ætlar at økja munandi um sína nærveru í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk.

Eitt nýtt skjal frá amerikanska uttanríkisráðnum, sum danska blaðið Politiken hevur fingið innlit í, vísir, at USA ætlar at útbyggja og umvæle amerikanska konsulátið í Nuuk.

Millum 167 og 214 milliónir krónur eru settar av við verkætlanina. Konsulátið skal hava pláss fyri umleið 17 starvsfólkum – tað er meira enn ein fýrfaldan av verandi starvshópi, sammett við seinastu árini, skrivar Politiken.

Blaðið hevur upplýsingarnar frá eini marknaðarkanning, sum Bureau of Overseas Buildings Operations (OBO), undir amerikanska uttanríkisráðnum hevur gjørt.

Nýggja konsulátið á 2.784 fermetrar kann sostatt koma at virka sum ein sokallað “skuggaambassada”.

Tað sigur Rasmus Sinding Søndergaard, ið granskar í amerikanskum uttanríkispolitikki á Dansk Institut for Internationale Studier (Diis).

- Hetta fangar veruliga eygað. Bæði í mun til diplomatisku nærveruna í Grønlandi og í mun til amerikansku nærveruna í øðrum smærri londum í heiminum.

- Tað er merkisvert, at ætlanin er at hava 17 starvsfólk, so stórt høli og at so stórar upphæddir verða settar av til at umvæla og útbyggja konsulátið, sigur granskarin við Politiken.

Til sammetingar starvast fýra starvsfólk á umboðsskrivstovuni hjá ES í Nuuk, meðan Kanada er umboðað av einum persóni.

USA lat konsulátið í Nuuk upp í 2020, eftir at tað hevði verið afturlatið síðan 1953. Í ár flutti tað í størri hølir, men størsti parturin av bygninginum, hevur staðið tómur, skrivar Politiken.

Sambært avtaluni, sum USA, Grønland og Danmark, samdust um í september, er ætlanin, at USA fær loyvi til at seta á stovn tvær herstøðir í Grønlandi. Í løtuni hevur USA eina herstøð. Tað er Pituffik Space Base í útsynningspartinum av Grønlandi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder