Fleiri enn 1.000 grønlendskar kvinnur hava søkt um endurgjald frá danska statinum í sambandi við sonevnda snyrilsmálið, vísir uppgerð frá Patienterstatningen sambært Ritzau.
Seinastu fýra mánaðirnar hava grønlendskar kvinnur, sum uttan samtykki fingu snyril ísettan í tíðarskeiðnum 1960 til 1991.
314 kvinnur hava fingið játtað endurgjald á 300.000 krónur, meðan 14 hava fingið noktað endurgjald.
Tríggjar kvinnur hava fingið noktað endurgjald fyri hendingar eftir 1991, tá Grønland hevði yvirtikið heilsuøkið.
Hinar 11 kvinnurnar hava fingið noktandi svar, tí tær longu hava fingið endnurgjald á 300.000 krónur í part.
Tær 11 kvinnurnar vóru partur av sakarmálinum móti danska statinum, tá 143 kvinnur stevndu danska statin fyri brot á mannarættindi og kravdu 300.000 krónur í endurgjaldi.
Ein semja varð gjørd, stutt áðrenn lógin um endurgjald kom í gildi.
Fólkatingið samtykti í august lógina um endurgjald til grønlendskar kvinnur. Skipanin kom í gildi 1. september, men longu frá 1. juli kundu kvinnur søkja um endurgjald. Skipanin er galdandi fram til 1. september 2028.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald