Hetta er greitt, nú Labour stjórnin hevur lagt fram lógaruppskot í bretska tinginum, nevnt “The Energy Independance Bill”. Sambært uppskotinum, sum kemur til atkvøðugreiðslu í næstum, verður grønt ljós givið til framleiðslu á longu givnum loyvum, teirra millum Rosebank, sum liggur eystan fyri Føroyar.
Men um somu tíð verður gjørt greitt í sama lógaruppskoti, at bann verður sett móti nýggjari oljuleiting í Bretlandi. Við hesum vil stjórnin gera vallyftini undan seinasta vali í 2024 til verueika. Tá gjørdi Labour greitt í einum memorandum, at flokkurin í eini nýggjari stjórn fór at seta bann fyri allari nýggjari olju- og gassleiting á bretska landgrunninum fyri at halda seg til ásetingarnar um Null útlát í 2050.
Eygleiðarar halda, at stjórnin við nýggja lógaruppskotinum ynskir at vísa, at hon kann taka undir við báðum pørtum í “stríðnum” um framtíðar orkupolitikkin. Loyvi, sum longu eru latin til leiting og framleiðslu, verða endaliga góðkend, meðan ætlaða bannið móti nýggjari leiting verður sett í gildi við lóg. Tað heldur stjórnin kann ganga ynskjunum og krøvunum frá teimum grønu á møti, um somu tíð, sum hon heldur síni lyfti til loyvi, sum longu eru latin.
Nógvar av olju- og gasskeldunum eystan fyri Føroyar fara helst eisini at fáa grønt ljós til framleiðslu, eftir at Rosebank verður góðkent í bretska parlamentinum í næstum. Tað kann so eisini fáa stóran týdning fyri mongu leitiloyvini eystan fyri føroyska markið (lilla). sum tá gerast virkin. Kort Adura
Stóran týdning fyri Føroyar
Verður lógaruppskotið samtykt, hvat nógv bendir á, merkir tað, at framleiðsla av olju og gassi kann fara í gongd fáar kilometrar frá føroyska markinum. Rosebank liggur einar 12 km. frá markinum. Aðrar keldur, sum liggja uppaftur nærri markinum fara eftir góðkenning av Rosebank helst eisini at leggja fram útbyggingarætlanir. Hetta kann koma at merkja, at tað innan fá ár verða fleiri nýggjar olju- og gassframleiðslur á Atlantssmótinum eystan fyri Føroyar. Millum hesar kunnu nevnast Cambo, Tornado, Suilven og Clair South.
Sæð við føroyskum eygum og hjá teimum, sum taka undir við oljuleiting á føroyska landgrunninum, eitt nú landsstýrinum, má sigast, at tíðindini eru kærkomin, tí tey kunnu koma at stuðla uppundir møguleikan fyri at fáa í gongd aftur leiting við Føroyar. Tá kann nýtt undirstøðukervi bretsku megin markið vera við til at fáa gongd á leiting við Føroyar. Tað kann gerast ein fortreytin fyri áhuganum at leita um okkara leiðir.
Verður hugt nærri at smálutunum í nýggja lógaruppskotinum síggja vit eisini, at latið verður upp fyri leiting í økjum, sum liggja tætt við verandi loyvi. Her stendur m.a. at lesa í uppskotinum: “The Energy Independance Bill would allow more drilling from “areas bordering or in close proximity to already licensed fields” or in areas that are already part of an existing field, such as through ‘tie-backs”.
Hetta merkir, at umframt at lata upp fyri framleiðslu á keldum, sum longu eru funnar, so kunnu oljufeløg eisini fara til arbeiðis í leitiloyvum tey longu hava fingið tillutað nærhendis. Og fyri Føroyar merkir hetta, at vit kunnu rokna við bæði nýggjum framleiðslum eins og virkari oljuleiting í loyvum (lisensum), sum eru latin. Her er tað áhugavert at býta merki í, at nógv loyvi longu eru latin til leiting framvið føroyska markið.
![]()
Bann móti nýggjari leiting ein vanlukka
Hóast tíðindini um góðkenning av verandi útbyggingum og loyvum koma væl við hjá eitt nú bretsku orkuvinnuni, so er stór ónøgd við, at leiting í heilt nýggjum økjum í eitt nú Norðsjónum verður bannað við lóg. Tað metir vinnan eins og nógvir politikarar kann gerast mønustingurin fyri framtíðar olju- og gassvinnu. Tí - skal vinnan halda fram við at nøkta vaksandi eftirspurningin og harvið eisini tryggja bæði veitingar- og orkutrygdina, tá er neyðugt eisini at kunna finna nýggjar goymslur, sohvørt tær verandi tømast.
Júst øvugta gongdin fer fram í Norra, har politiska skipanin ger alt hon er ment fyri at skapa áhuga fyri nýggjari leiting á øllum landgrunninum.
Tíðindini um nýggjasta uppskotið hjá stjórnini koma um somu tíð sum ein stór veljarakanning er gjørd, har spurt verður um Rosebank. Har siga 65% av Labourveljaranum, ið valdu í 2024, at teir eru fyri at geva grønt ljós til Rosebank.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald