Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna ymsastaðni, og har vórðu átta bilførarar tiknir.
Um morgunin hevði løgreglan eitt átak við Gøtu skúla, har kannað varð, um børnini sótu rætt íbundin. Í hesum sambandi fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at hava leys børn í bilinum.
Við Hvalvík vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávikavist 117 og 106 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman. Tann fyrri bilførarin fær treytaða frádøming av koyrikortinum, meðan tann seinni fær klipp.
Um kvøldið vórðu fleiri bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt í Eysturoynni.
Á tunnilsvegnum við Norðskála, har ferðin er niðursett til 60 kilometrar um tíman, fekk ein bilførari klipp fyri at koyra 79 kilometrar um tíman.
Á Fuglafjarðarvegnum vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra 124 kilometrar um tíman. Tað gevur treytaða frádøming, men av tí at báðir høvdu havt koyrikort í styttri enn trý ár, fáa teir koyriforboð.
Ein bilførari varð eisini tikin fyri at koyra ov skjótt við Norðragøtu. Hann koyrdi 108 kilometrar um tíman, og tað fær hann klipp fyri.
Í nátt hevur løgreglan eisini steðgað tveimum bilførarum, sum koyrdu ávirkaðir av rúsdrekka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald