Tað hevur týdning fyri rættartrygdina í samfelagnum, at mál verða avgreidd í rættarskipanini rættstundis, sigur Beinir Johannesen, løgmaður, sum eisini umsitur lógarmál.
Tí hevur hann biðið danska løgmálaráðharran, Nicolai Wammen, um eina frágreiðing viðvíkjandi viðgerðartíðini í málinum um Bakkafrost, skrivar Løgmansskrivstovan.
3. november staðfesti Føroya rættur, at málini móti Bakkafrost um brot á flutningskunngerðina, vóru fyrnd.
Heilsufrøðiliga starvsstovan meldaði Bakkafrost í 2021, men ákæra varð ikki reist fyrr enn í apríl í ár.
Michael Boolsen, fúti segði við Portalin í apríl, at eitt ávíst kanningararbeiði var neyðugt, áðrenn støða kundi takast til eina ákæru, og er tað orsøkin til drúgvu viðgerðartíðina.
Løgmaður sigur, at tað er umráðandi, at mál, sum verða meldað til løgregluna, verða avgreidd í rimiligari tíð.
- Tað er av stórum týdningi, at mál, sum verða meldað til løgregluna, verða avgreidd í rímiligari tíð, og neyðugu stigini verða tikin áðrenn mál fyrnast, sigur hann.
Dagførd kl. 10.51
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald