Uttanlands

PET: Ógreitt um samband er millum bumbuhóttanir og álop á kuldaskipanir

Fregnartænastan hjá donsku løgregluni er heldur ikki komin til nakra niðurstøðu um, hvør stendur aftanfyri.

Løgreglan var aftur til staðar á floghavnini í Keypmannahavn í gjár í sambandi við hóttanir móti flogferðsluni (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

Løgreglan var aftur til staðar á floghavnini í Keypmannahavn í gjár í sambandi við hóttanir móti flogferðsluni (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

2026-11-07 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er ógreitt, um samband er millum álopini á kuldaskipanir í evropeiskum matvøruhandlum og bumbuhóttanir móti evropeiskari flogferðslu, sigur fregnartænasta hjá donsku løgregluni, PET.

PET er heldur ikki komið til nakara niðurstøðu um, hvør stendur aftanfyri.

Les eisini: Peikar á Russland

– PET fylgir upplýsingum um netálop móti matvøruhandlum og bumbuhóttanir móti flogferðsluni í samstarvi við m.a. løgreglu og útlendskum samstarvsfeløgum, skrivar PET í tíðindaskrivi sambært Ritzau.

– Vit kanna møgulig sambnond millum hendingar og lond, harundir, um hóttanir og órógv verður brúkt til at skapa ótryggleika og ávirka samfelag okkara.

Russiskir teldusníkabólkar hava á sosialum miðlum tikið ábyrgdina fyri álop á kuldaskipanir í evropeiskum matvøruhandlum, men sambært greinarum er ógreitt, um teir veruliga standa aftanfyri.

Les eisini: Teldusníkar siga seg hava lopið á kuldaskipanir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder