Innanlands

Herverk móti bili í miðbýnum

Annars hevur seinasta samdøgrið sum heild verið friðarligt, sigur løgreglan.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-08 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir

Fyrrapartin í gjár um klokkan 11 fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði framt herverk á ein bil, sum stóð parkeraður tætt við eitt skeinkistað í miðbýnum í Havn. Hetta skal vera hent leygarnáttina.

Bakrúturin á bilinum hevur fingið skaða, og eru fólk vælkomin at siga løgregluni frá, um tey hava sæð okkurt í sambandi við herverkið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at seinasta samdøgrið sum heild hevur verið friðarligt.

Um klokkan 16.30 í gjár fór alarmurin í gongd inni í Sandoyartunlinum, og bummarnir fóru niður. Løgreglan fór á staðið, men talan vísti seg at vera um eitt tekniskt brek. Tunnilsfelagið kannar hetta nærri.

Í nátt klokkan hálvgum tvey varð ein bilførari í Havn tikin fyri rúsdrekkakoyring. Viðkomandi bleiv handtikin, skuldsettur, og blóðroynd varð tikin. Síðani varð førarin leyslatin aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald