Uttanlands

Eisenkot skal royna at skipa stjórn í Ísrael

67 av teimum 120 limunum í ísraelska tinginum, Knesset hava peikað á Gadi Eisenkot eftir valið 27. oktober.

Gadi Eisenkot, formaður í Yashar-flokkinum (Mynd: Shir Torem/Reuters/Ritzau Scanpix)

Gadi Eisenkot, formaður í Yashar-flokkinum (Mynd: Shir Torem/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-11-08 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir

Ísraelski forsetin, Isaac Herzog hevur heitt á fyrrverandi herovastan og andstøðuleiðaran Gadi Eisenkot um at gera eina roynd at skipa nýggja stjórn í landinum eftir tjóðartingsvalið 27. oktober.

Eisenkot, sum nú hevur 42 dagar at skipa stjórn, sigur, at hann vil gera alt fyri at liva upp til ábyrgdina.

Eftir valið fekk hvørki sitandi forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu og Likud-flokkur hansara ella Eisenkot og flokkur hansara Yashar! meirilutan í ísraelska tjóðartinginum, Knesset.

Likud og restin av høgravonginum fingu 53 umboð, meðan blokkurin hjá Eisenkot fekk 48 umboð.

Bæði Eisenkot og Netanyahu noyðast at finna aðrar samstarvsfelagar fyri at skipa stjórn, og har kunnu teir báðir arabisku flokkarnir, sum tilsamans fingu 19 umboð, spæla ein avgerandi leiklut, skrivar Ritzau.

Ein meiriluti á 67 av teimum 120 limunum í Knesset, harímillum arabisku flokkarnir, hava peikað á Eisenkot.

Undir valstríðnum segði Eisenkot annars, at hann vildi ikki samstarva við arabisku flokkarnar. Hann kann tó royna at skipa eina minnilutastjórn við stuðul frá arabisku flokkunum, sum ikki hava verið vælumtóktir millum veljararnar eftir álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023.

Eisini kann Eisenkot gera avtalu við tveir ultraortodoksar flokkar, sum higartil hava stuðlað Netnyahu.

Eydnast tað ikki Eisenkot at skipa stjórn, fær Netanyahu helst møguleikan at skipa nýggja stjórn. Fær eingin skipað nýggja stjórn innan 100 dagar, verður nýval, nakað, sum ísraelski forsetin hevur sagt, at hann ynskir at sleppa undan.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald