Uttanlands

Marius Borg Høiby álopin í heimi sínum

Ein ókendur maður trokaði seg inn á bústaðin hjá norska drotningasoninum og skumpaði hann.

Marius Borg Høiby hevur sitið í varðhaldi á bústaðnum hjá norsku kongshjúnunum síðan juli (Mynd: Dylan Martinez/Reuters/Ritzau Scanpix)

Marius Borg Høiby hevur sitið í varðhaldi á bústaðnum hjá norsku kongshjúnunum síðan juli (Mynd: Dylan Martinez/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-11-08 14:29 Author image
Alda Nielsdóttir

29 ára gamli Marius Bog Høiby, sonur norsku drotningina varð fríggjanáttina álopin í heimi sínum á Skaugum, sum eisini er bústaðurin hjá norska kongshjúninum, har hann í løtuni situr við fótfjøtri eftir ein dóm fyri tvær neyðtøkur og harðskap.

Sambært norskum miðlum, sum Ritzau endurgevur, fór ein ókendur maður inn á Skaugum og skumpaði Høiby.

Daniel Storrvik, verji hjá Høiby, váttar hendingina og sigur, at tað er sera álvarsligt, at álopsmaðurin var farin inn á bústað hansara, har hann eigur at kenna seg tryggan.

– Tað er lætt at skilja, at hann heldur hetta vera sera ódámligt og ótrygt, sigur hann.

Álopsmaðurin skal hava roynt at sparka hurðina upp á bústaðnum hjá Mariusi Borg Høiby, sum liggur nakrar hundrað metrar frá høvuðsbygninginum, har Haakon kongur og Mette-Marit drotning búgva.

Høiby skal hareftir hava latið hurðina upp fyri at kanna, hvat var á vási. Síðani trokaði maðurin seg inn í húsið og skumpaði Høiby.

Drotningasonurin megnaði at fáa álopsmannin úr húsinum, og løgreglan varð fráboðað. Maðurin varð handtikin, avhoyrdur og síðani leyslatin.

Marius Borg Høiby hevur sitið varðhaldsfongslaður á Skaugum síðan juli, eftir at hann í juni varð dømdur fýra ára fongsulsrevsing av býaarættinum í Oslo. Hann hevur kært dómin, og mikudagin avgjørdi landsrætturin í Noregi, at hann framhaldandi skal sita í varðhaldi. Hesa avgerðina hevur Høiby eisini kært.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald