Umboð fyri Evropa luttaka á fundi millum Ukraina, Russland, og USA í Abu Dhabi í komandi viku.
– Evropearar verða sterkt umboðaðir. Frakland verður við í samráðingunum í Abu Dhabi, sigur franski uttanríkismálaráðharrin, Jean-Noël Barrot.
Áður hava verið fráboðanir um, at embætisfólk úr Ukraina, Russlandi og USA hittast í Abu Dhabi 10. ella 11. november, men tað er nýtt, at Evropa eisini verður við.
Barrot sigur, sambært Ritzau, at hann enn ikki kann upplýsa, hvør fer at umboða Frakland á fundinum, og tað er eisini ógreitt, om umboð úr øðrum londum verða til staðar.
At Evropa verður við hevur m.a. verið eitt ynski hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.
Mikudagin hittust umboð úr Ukraina, USA, Fraklandi, Týsklandi, Stórabretlandi, Nato og Heimsbankanum í Brússel. Eftir fundin segði serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff, at USA fór at savna umboð úr Ukraina og Russlandi.
Tað verður Vladimir Medinskij, ráðgevi hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, sum fer at standa á odda fyri russisku sendinevndini. Tað er ikki greitt, hvør fer at umboða Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald