Tað fer at krevja serlig politisk stig at skipa eina nýggja stjórn í Ísrael, sigur ísraelski andstøðuleiðarin, Gadi Eisenkot. Men hann er sannførdur um, at tað er møguligt at skipa eina stjórn, sum hevur ein týðandi meiriluta.
Um vikuskiftið boðaði ísraelski forsetin, Isaac Herzog frá, at Eisenkot verður tann fyrsti, sum fær møguleikan at skipa stjórn eftir valið 27. oktober.
Les eisini: Eisenkot skal royna at skipa stjórn í Ísrael
Eisenkot sigur, at tað eisini er pláss fyri sitandi forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu og flokki hansara, Likud og høgravenda sionistiska flokkinum hjá fíggjarmálaráðharranum, Bezalel Smotrichi í einari nýggjari samgongu.
– Um limirnir í Likud og religiøsa sionistaflokkinum veruliga halda, at tíðin er komin at standa saman, sum teir søgdu við forsetan, síggi eg onga orsøk til, at teir ikki skulu stuðla einari stjórn undir mínari leiðslu og við teinum meginreglum, sum eg havi lagt fram, sigur Eisenkot sambært Ritzau.
Hann leggur tó afturat, at Ísrael tørvar nýggja leiðslu.
– Ísrael hevur ikki ráð at spilla tíðina ella endurtaka óendalig valumfør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald