Magdalena Andersson, forkvinna hjá Socialdemokraterna vil komandi vikuna royna at skipa eina reyð-grøna minnilutastjórn saman við Miljöpartiet og Centerpartiet, og við Vänsterpartiet sum stuðulsflokkur.
Á tíðindafundi sunnudagin segði hon, at tað er tann stjórnin, sum hon metir vera mest sannlík.
Stuðlar Vänsterpartiet ikki hesari loysnini, er tað bert ein loysn, sum kann virka, ein stjórn millum Sosialdemokraterna og Moderaterna, sum er flokkurin hjá sitandi forsætisráðharranum, Ulf Kristersson.
Ulf Kristersson er samráðingarleiðari í løtuni og roynir at skipa stjórn millum Moderaterna, Centerpartiet, Kristdemokraterna og Liberalerna. Teimum tørvar tó stuðul frá Sverigedemokraterna fyri at fáa meiriluta í svenska tinginum, Riksdagen.
Les eisini: Svenskur flokkur sleppur kravi – letur upp fyri borgarligari stjórn
Forkvinnan hjá Centerpartiet, Elisabeth Than Ringqvist sigur, at hon fyrst vil síggja "samlaða pakkan" hjá bæði Sosialdemokraterna og Moderaterna um, hvussu teir ætla at stjórna Svøríki.
Teð eru 57 dagar, síðan val var í Svøríki, men enn er nýggj stjórn ikki skipað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald