Innanlands

Dagstovnurin Lítlifløttur 20 ár

Dagstovnurin á Strondum lat upp 6. november 2006. Fríggjadagin var 20 ára hátíðarhald.

(Mynd: Sjóvar kommuna)

(Mynd: Sjóvar kommuna)

2026-11-09 19:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 6. november vóru 20 ár liðin, síðan fyrstu børnini byrjaðu á dagstovninum Lítlafløtti á Strondum. Hetta varð hátíðarhildið í bygdahúsinum á degnum.

Artur Johansen, varaborgarstjóri í Sjóvar kommunu, bar heilsu fram fyri kommununa, og Sóleyð D. Joensen, dagstovnaleiðari, segði nøkur orð vegna Lítlafløtt.

Børnini sungu nakrar sangir, og so vórðu starvsfólk heiðraði við gávu og blómum. Øll hava arbeitt á Lítlafløtti síðani hann lat upp, og fleiri vóru dagrøktarmammur áðrenn tað, skrivar Sjóvar kommuna.

Rakul Ró og William sungu eisini nakrar sangir frá Kulum Rótum, øll, sum vóru komin til hátíðarhaldið, fingu drekkamunn og okkurt gott afturvið.

Dagstovnurin Lítlifløttur lat upp 6. november 2006. Tá vóru tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og ein frítíðarstova. Í dag eru 10 stovur á stovninum, sum halda til í trimum bygningum.

Fleiri myndir síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder