Uttanlands

Ríkisrættarmál reist móti Hegseth, krígsmálaráðharra

Tað er ein partamaður hjá Hegseth, fráfarandi kongresslimurin Thomas Massie, ið skuldsetir ráðharran millum annað fyri at hava givið ólóglig boð um at fara í kríggj móti fremmandari tjóð.

Thomas Massie tosaði við miðlarnar uttan fyri Kongressina í Washington í gjár (Mynd: Finn Gomez/AFP/Ritzau Scanpix)

Thomas Massie tosaði við miðlarnar uttan fyri Kongressina í Washington í gjár (Mynd: Finn Gomez/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-10 06:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár var ríkisrættarsak reist móti verjumálaráðharranum í Trump stjórnini, Pete Hegseth, eisini kallaður krígsmálaráðharri.

Tað er fráfarandi republikanski kongresslimurin, Thomas Massie úr Kentucky, sum bar fram ákærurnar móti Hegseth.

Í málinum peikar Massie á amerikanska kríggið móti Iran, men málið snýr seg eisini um leiklutin hjá ráðharranum í sambandi við hernaðaratsóknir í Venesuela og Jemen, skrivar dr.dk.

Væntað verður, at uppskotið kemur til atkvøðugreiðslu í umboðsfólkatinginum longu í hesi vikuni.

Massie heldur, at Hegseth hevur misbrúkt embæti sítt í sambandi við kríggið í Iran. Hann skuldsetir ráðharran fyri “tilvitað at hava givið ólóglig boð um at fara í kríggj móti fremmandari tjóð”, skrivar amerikanski miðilin, CNN.

Klokkan 13 í dag, okkara tíð, fer Hegseth at halda ein tíðindafund har hann fer at viðmerkja ákærurnar. Hesum boðaði hann frá á sosiala miðlinum X í gjárkvøldið.

Eftir at Massie bar málið fram í gjár, hava bæði Donald Trump, forseti, og Marco Rubio, uttanríkisráðharri, vart Hegseth.

Í gjárkvøldið segði Trump, at hann fór at stuðla verjumálaráðharra sínum, um umboðsfólkatingið fer at stilla hann fyri ein ríkisrætt.

- Ja, hann fær mín stuðul, segði forsetin, sambært CNN.

Donald Trump hevur lýst Massie sum ein persón við “nógvum hatri í hjarta sínum”.

- Eg ynski ikki at spilla mína tíð upp á hann. Vit hava vunnið tvey kríggj, og vit hava gjørt heimin til eit nógv tryggari stað, og so skulu vit stillast fyri ríkisrætt?

Eisini Marco Rubio, uttanríkisráðharri, stuðlar starvsfelagan, sambært CNN. Sambært Rubio, hevur Hegseth “gjørt eitt fantastiskt arbeiði”.

Thomas Massie, sum er republikanari og partamaður hjá Trump, Hegseth og Rubio, gevst í kongressini um ársskiftið.

[object Object]
Pete Hegseth, krígsmálaráðharri, fer at gera viðmerkingar til skuldsetingarnar á tíðindafundi seinnapartin í dag (Mynd: Kent Nishimura/AFP/Ritzau Scanpix)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder