Innanlands

Koyrdu ov skjótt í Eysturoynni

Átta bilførarar fingu klipp í koyrikortið í gjár.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-11 07:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Eysturoynni, og í hesum sambandi fingu sjey bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt.

Fimm bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra millum 108 og 111 kilometrar um tíman Millum Fjarða, ein koyrdi 107 kilometrar um tíman í Fuglafirði, og ein koyrdi 82 kilometrar um tíman í Søldarfirði.

Í Søldarfirði fekk ein bilførari eisini klipp fyri at tosa í handhildnari telefon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder