2026-11-11 10:57
1. oktober búðu 55.616 fólk í Føroyum. Tað er 881 - ella 1,6 prosent - fleiri í mun til somu tíð í fjør.
Seinast, fólkatalið vaks so nógv, var fyri seks árum síðani, skrivar Hagstovan.
Meginparturin av vøkstrinum kemur frá nettoflytingini - munurin millum tilflyting og fráflyting - sum er nærum tíggjufaldað í mun til undanfarnu tólv mánaðirnar
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting á 699, og einum burðaravlopi - munurin millum fødd og deyð - á 182.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald