Serligu amerikonsku sendifólkini Steve Witkoff og Jared Kushner fara hósdagin til russiska høvuðsstaðin Moskva, har teir skulu á fund við russiska forsetan, Vladimir Putin.
Síðani fara teir til írska høvuðsstðain Dublin at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, sum verður í Írlandi í sambandi við toppfundi í evropeiska politiska felagsskapinum EPC, skrivar Ritzau.
Amerikonsku sendifólkini hitta Putin og Zelenskyj dagin eftir, at samráðingar hava verið millum Ukraina, Russland og USA í Abu Dhabi.
Samráðingarnar byrjaðu í gjár og hildu fram til í dag. Har samdust partarnir um at fara undir nýtt býti av krígsfangum, sigur Vladimir Medinsky, sum stendur á odda fyri russisku sendinevndini.
Ukrainska sendinevndin hevur eisini fundast við umboð fyri USA og Evropa. Á hesum fundinum vóru russar ikki til staðar.
Medinsky sigur, at russiska sendinevndin ikki hevru havt samband við sendinevndina hjá ES í Abu Dhabi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald