Mikudagur er, og tað merkir, at umleið klokkan 17.15 vera Árni Gregersen og hansara vælupplagda panel til reiðar.
Á breddanum vera trý høvuðsevni.
Fyrst er tað grøna orkuskiftið, sum verður tikið upp aftur. Hetta í sambandi við at Yvirfriðingarnevndin staðfestir loyvið til vindmyllulund í Klivaløkshaga.
Síðani er tað serstaka vitjanin hjá Volodymyr Zelenskyj í Fólkatinginum, har onkur føroyskur politikkari er við.
Sí eisini: Løgmaður bar seg undan at hitta Zelenskyj
Fíggjarlógin nærkast tinginum, men hava landspolitikkararnir lyndi til at bara leggja ov stórar byrðar á kommunurnar? Hetta fyri at fáa úrslitið í fíggjarlógini at síggja betru út.
Tað fara Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen at viðgerða eftir tíðindini á FM1, sum byrja klokkan 17.
Lurta her ella á frekvensunum kring landið
Sendingin veður endursend hósdagin klokkan 09 og at hoyra á fm1.fo og á Portalinum í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald