Uttanlands

– Ein heiður at standa her

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj gjørdist í dag fyrsti útlendski statsleiðarin at tala frá talarastólinum í Fólkatinginum.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur í dag hildið røðu í Fólkatinginum (Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur í dag hildið røðu í Fólkatinginum (Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix)

2026-11-11 13:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Tað er ein stórur heiður at standa her og umboða Ukraina, alt okkara fólk, okkara land, og okkara stríð, í hesum tjóðartinginum.

Soleiðis segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj m.a., tá hann í dag helt røðu í Fólkatinginum.

Hetta var fyrstu ferð, at ein leiðari úr einum øðrum landi talar frá talarastólinum í Fólkatinginum.

Hetta er fimtu ferð, at Zelenskyj vitjar í Danmark, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022. Hann er tó ongantíð áður sloppin at halda røðu í Fólkatingssalinum men bert í Landstingssalinum.

Í røðu síni segði ukrainski forsetin m.a., sambært donskum miðlum, at ukrainar eru takksamir fyri danska stuðulin, og at hann harmaðist um, at Ukraina ikki hevði Danmark sum granna.

– Tit hava betri grannar enn vit. Vit hava Russland sum granna. At hava Danmark sum granna er nakað, sum øll droyma um, segði Zelenskyj og legði afturat, at tað kanska var tí, at "onkur í Amerika" (amerikanski forsetin, Donald Trump) vildi hava Grønland.

Zelenskyj segði, at kríggið í Ukraina var vorðið drúgvari, meira blóðugt og torførari at enda, enn tá tað byrjaði. Hann vísti á, at dronur og vitlíki hava broytt stríðið á vígvøllinum hesi árini.

– Putin leyp á fyri at taka meira land, men tað elvdi til menning av meira deyðiligum vápnum, segði hann.

Zelenskyj vísti eisini á, at tað hevur týdning at fáa ment eina ukrainsk-evropeiska verjuskipan, sum kann verja móti russiskum rakettum. Tí Ukraina fær ikki nóg mikið av amerikonskum Patriot-rakettum.

– Í nógvum førum hava vit einki at skjóta niður russiskar rakettir við.

Eisini segði ukrainski forsetin, at Evropa skal vera partur av møguligum friðarsamráðingum, so sjónarmiðini hjá Evropa verða hoyrd av bæði amerikanarum og russum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder