Mentan

Søren Huss á Voxbotn

Fólkakæri danski sangarin Søren Huss, ið vit kenna frá bólkinum Saybia, verður millum stóru nøvnini á OY Voxbotn 2027.

2026-11-12 14:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Errin kunnu vit nú kunngera, at fólkakæridanski sangarin Søren Huss, ið vit kenna frá bólkinum Saybia, verður millum stóru nøvnini á OY Voxbotn 2027, skriva fyriskiparar av Voxbotn í tíðindaskrivi.

– Við síni eyðkendu rødd og eini røð av stórum hittum er lagt upp til eina heilt serliga konsertløtu í Vágsbotni leygardagin 26. juni.

Søren Huss gjørdist kendur sum oddamaður í danska bólkinum Saybia, ið fekk sítt stóra gjøgnumbrot fyrst í 2000-árunum.

Við hittum sum "The Second You Sleep" og "I Surrender", sang bólkurin seg inn í hjørtuni á tónleikaáhugaðum bæði í Danmark og Føroyum.

Søren Huss hevur síðani staðið á egnum beinum sum solistur og hevur við sínum persónligu, vøkru og ofta sorgblíðu sangum staðfest sína støðu sum ein av mest sermerktu sangarunum í Danmark.

– Vit skrúva tíðina aftur til januar 2024. Hondbóltsfepurin er í hæddini í Føroyum, og okkara ungu garpar bergtaka eina heila tjóð við sínum framúrskarandi spæli í Berlin.

– Eftir dystirnar savnast leikarar og túsundtals føroyskir áskoðarar. Saman syngja tey av fullum hjarta lagið I Surrender hjá Saybia.

– Ein sangur, sum brádliga fekk eitt heilt serligt pláss í hjørtunum á føroyingum, og sum mong okkara seint fara at gloyma. Nú kemur maðurin handan hesa tónleikaupplivingina til Føroyar, skriva fyriskiparar.

Atgongumerki til OY Voxbotn 2027 fáast í SMS, Magn við Ringvegin, Magn í Klaksvík og á ebillett.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder