Innanlands

Jóla- og stuðulskonsert í Havnar kirkju sunnudagin

Á skránni vera m.a. framførslur við Sophiliu, Terja Rasmussen og Frum.

Jóla- og stuðulskonsertin verður í Havnar kirkju (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóla- og stuðulskonsertin verður í Havnar kirkju (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-13 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 15. november klokkan 17 verður árliga jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata í Havnar kirkju.

– Í ár er felagsskapur reyði tráðurin á konsertini, har vit við vøkrum tónleiki og framførslum savnast um boðskapin í Í menniskjum góður tokki – um at vísa hvørjum øðrum umsorgan, næstrakærleika og vælvild, skrivar Barnabati í tíðindaskrivi.

Tey, sum fara at framføra, eru 4.b í skúlanum við Løkin, Maiken og Simona, Lyon, Jóhanna Iversen, Djúpmessing kvintettin úr Tórshavnar Musikkskúla, Dupultkvartettin í Ebenezer, Sophilia, Guðrun og Bartal, Frum, og Terji Rasmussen.

– Barnabati ynskir við konsertini at varpa ljós á týdningin av felagsskapi og á, at øll børn og ung hava tørv á at hoyra til, kenna seg sædd og vera partur av einum tryggum og góðum felagsskapi.

– Vit bjóða øllum hjartaliga vælkomnum í Havnar kirkju sunnudagin kl. 17 til eina hugnaliga og hugvekjandi løt, har vit í felag kunnu njóta tónleikin og samstundis stuðla einum góðum endamáli.

Konsertin verður eisini sjónvarpað og send í Kringvarpi Føroya sunnukvøldið 22. november klokkan 19.

Í sambandi við konsertina verða eisini gjørdar nakrar samrøður, sum verða sendar saman við konsertini í sjónvarpinum.

Gestir vera Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur, Jóannes Eidesgaard formaður á Reyða Kross Føroya, Katrin á Neystabø ítróttaráðgevi og Rasmus í Dali Kruse, námsfrøðingur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder