Sløkkilið var um middagsleitið í gjár sent til Hósvíkar, har tað sá út til at eldur var komin í ein bil, sum koyrdi eftir landsvegnum.
Roykurin var heilt nógvur, men ongin eldur varð staðfestur, tá sløkkiliðið kom fram.
Helst hevur orsøkin verið, at ov nógv olja er koyrd í motorin. Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at tað ber ikki til at fylla motorin heilt upp við olju. Tað gevur yvirtrýst, og so kann skaði standast av tí.
Ferðsluløgreglan gav tvey klipp í koyrikortið hjá bilførarum, sum í nátt koyrdu ov skjótt gjøgnum Norðoyatunnilin.
Annar bilurin var máldur til 108 kilometrar um tíman – hin til 110.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald