Fleiri tænastur hjá Microsoft eru niðri í morgun, og tað hava tær verið síðan í gjárkvøldið.
Sambært eftirlitstænastuni Downdetector eru tænasturnar niðri í 74 londum.
Hetta hevur ávirkað myndugleikar í Avstralia, Japan og USA umframt fyritøkur sum OenAI og Anthropic. Í dag hevur tað eisini ávirkað arbeiðsdagin í Asia. Tað er ógreitt, hvussu tað fer at ávirka Evropa í dag, men fleiri føroyskar fyritøkur og stovnar boða í dag frá, at teldupostskipan teirra er óvirkin.
Tað eru serliga tænasturnar Outlook, Teams og Copilot, sum eru ávirkaðar, skrivar Ritzau.
Microsoft upplýsir í seinastu dagføringini, sambært Ritzau, at tey síggja jalig úrslit við arbeiðnum at fáa skipanirnar í rættlag aftur.
Microsoft sigur, at tað er ikki eitt trygdarbrot, sum er orsøkin til, at tænastur hjá teimum eru niðri. Heldur er orsøkin "ov høgt trýst" á undirstøðukervið.
Dagførd. kl. 11.12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald