Nýggjar trýpartasamráðingar verða millum Ukraina, Russland og USA, sigur amerikanski sendifólkið, Steve Witkoff, eftir at hann í gjár fundaðist við russiska forsetan, Valdimir Putin og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.
Tað er tó ógreitt, nær og hvar nýggjar samráðingar verða hildnar.
Týsdagin og mikudagin vóru samráðingar millum tey trý londini í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum. Í gjár vitjaðu Witkoff og amerikanska sendifólkið, Jared Kushner í Russlandi, har teir hittu Putin, og í Írlandi, har teir hittu Zelenskyj.
Jurij Usjakov, ráðgevi hjá russiska forsetanum sigur, at fundurin var "brúkiligur".
Hann sigur m.a., at Russland gjørdi Kushner og Witkoff greitt, at Nato ikki kann víðkast meira. Eisini upplýsir hann, at Ukraina eisini verður á dagsskránni, tá Putin seinni í mánaðinum fer til Kina. Har skal hann m.a. hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping og amerikanska forsetan, Donald Trump.
Jared Kushner sigur, at øll evni vórðu umrødd á fundinum í Russlandi, og fer tað at hava týdning fyri samráðingum í komandi viku. Hvørjar samráðingar talan er um, verður ikki upplýst.
Evropa partur av samráðingunum
Kushner sigur eisini, at Evropa má verða partur av samráðingunum, fyri at ein avtala kann gerast.
– Vit kunnu ikki gera hesa avtaluna, uttan at evropearar eisini eru við samráðingarborðið, sigur hann og leggur afturat, at Putin er sinnaður at hava evropearar við.
Witkoff sigur eisini, at tað er umráðandi at hava evropearar við.
– Evropearar luttaka á næsta fundinum, og tað er nakað, vit síggja sum eitt týðandi stig, tí teir eru okkara samstarvsfelagar, og tað er umráðandi hjá okkum, at teir luttaka.
![]()
Jared Kushner og Steve Witkoff á fundi við Volodymyr Zelenskyj í Dublin hósdagin (Mynd: Paul Faith/AFP/Ritzau Scanpix)
Semja um fangabýti
Undir samráðingunum í Abu Dhabi samdust Ukraina og Russland um at býta um krígsfangar. Tað er eitt av fáum økjum, russar og ukrainar hava samstarvað um, síðan kríggið millum londini byrjaði fyri skjótt fimm árum síðani.
Seinasta fangabýti var, sambært Ritzau, 23. oktober, tá 270 ukrainar og 270 russar vórðu leyslatnir.
Tað er ógreitt, hvussu nógvir fangar verða leyslatnir næstu ferð, men Zelenskyj sigur, at tað verður størsta fagabýtið, síðan kríggið byrjaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald