Innanlands

- Eitt góðskustempul til føroyska matgerð

Danski matummælarin Søren Frank roknar við, at Ræst fer at fáa eina stjørnu frá Michelin á tiltakinum í Norðurlandahúsinum í mai.

(Savnsmynd: Sunnvá Eysturoy Lassen / Paz)

(Savnsmynd: Sunnvá Eysturoy Lassen / Paz)

2026-11-13 12:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað kom ikki bara óvæntað á fólk í føroysku matstovu- og ferðavinnuni, at tað er eydnast Visit Faroe Islands at fáa Michelin Guide til Føroyar at býta sínar stjørnur út.

Fyri virda danska matummælaran, Søren Frank, kom hetta eisini sera óvæntað.

- Eg hevði hoyrt slatur, men trúði tí ikki, sigur hann í samrøðu við Berlingske Tidende í dag.

- Hetta er rættiliga vilt, men tað er ein viðurkenning av menningini, sum hevur verið í føroysku matstovuvinnuni, sigur ummælarin, sum ofta greiðir frá hvussu tað var tá hann fyrstu ferð vitjaði her í 1997, og tað besta vit kundu bjóða var „en virkelig dårlig pizza”.

Alt broyttist við Koks vísir hann á, og heldur eisini at tað er gott klárað, at Føroyar nú hava eina matstovu, Paz, við tveimum Michelin stjørnum, umframt tvær viðmæltar matstovur, Ræst og Roks, sum ikki hava fingið stjørnur enn.

- Hetta vísir, at Føroyar eru vorðnar eitt gastronomiskt ferðamál, sigur Søren Frank, sum eisini roknar við, at onkur stjørna fer at liggja eftir í Føroyum tá fólkini frá Michelin eru farin av landinum aftur.

„Eg skal eta mín gamla hatt, um Ræst ikki fær eina stjørnu”, sigur hann við Berlingske.

[object Object]
Søren Frank (Savnsmynd)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder