Innanlands

Ætlanir um gøtumat og mentan á Bacalao

Sp/f Streetfood Tórshavn hevur skrivað undir avtalu við Tórshavnar Havn um at leiga ovastu hædd á Bacalao til at lata upp eitt ‘streetfood’-stað við fjølbroyttum mati og mentanarligum virksemi.

2026-11-13 16:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

– Ætlanin er at hava fleiri ymisk matsølustøð og eitt størri øki, har fólk kunnu sita og njóta matin. Ætlanin er eisini, at hølini skulu kunna brúkast til eitt nú tónleik, fyrilestrar, framførslur og framsýningar, sigur Súni Christiansen, stigtakari.

Umbygging av “hjallinum"
“Hjallurin” ovast uppi í Bacalao hevur seinastu nógvu árini staðið tómur. Bygningurin er í ringum standi, og leki hevur verið ymsastaðni, bæði frá takinum og gjøgnum betongmúrarnar.

Tí er neyðugt við einari umfatandi umbygging, sum bæði skal gera bygningin hóskandi til nýggja endamálið og bøta um standin á bygninginum.

[object Object]

Arbeiðið fevnir millum annað um at skifta og bjálva tekjuna og klædningin, gera neyðugar tekniskar innleggingar og betra um atkomuviðurskiftini.

Í sambandi við verkætlanina verður takdúkurin á fjórðu hædd eisini skiftur, og hetta skal vera við til at tætta bygningin.

Umbyggingin er mett at kosta umleið 5 mió. kr. og verður framd av leigaranum í tøttum samstarvi við Tórshavnar Havn. Arbeiðið skal eisini taka atlit at sermerktu byggilistarligu eyðkennini í hjallinum, sum skulu varðveitast.

[object Object]

Umbyggingin fer at betra um bygningin og skapa betri fortreytir fyri at gagnnýta bygningin sum heild. Nýggja atkomuloysnin fer eisini at gera tað lættari atkomuligt at nýta størri partar av bygninginum og kann soleiðis lata upp fyri fleiri møguleikum frameftir.

Langtíðar leigusáttmáli
Avtalan millum Sp/f Streetfood Tórshavn og Tórshavnar Havn er ein treytaður 20 ára-leigusáttmáli. Sambært sáttmálanum skal leigarin standa fyri umbyggingini og kann draga byggikostnaðin frá leiguni yvir leigutíðarskeiðið, tó við einari ásettari minstuleigu.

Sáttmálin hevur eisini treytir um fígging, neyðug loyvi og tíðarfreistir fyri at fremja umbyggingina.

Við verkætlanini verður ovasta hædd á Bacalao karmur um eitt nýtt matar- og mentanarstað, samstundis sum umbyggingin leggur lunnar undir eina meira fjølbroytta nýtslu av bygninginum í framtíðini.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder