Arbeiðsmegikanningin er afturvendandi árlig spurnakanning, sum verður gjørd seinast í november á hvørjum ári. Endamálið er at gera arbeiðsmegina í Føroyum upp fyri fólk í aldrunum 15 til 74 ár, ið eru búsitandi í Føroyum.
1.300 fólk eru tilvildarliga vald at luttaka í kanningini, sum verður gjørd í døgunum 15. til 20. november. Tey, sum hava Mínboks hava møguleika at svara umvegis netið, og tey, sum ikki hava Mínboks verða uppringd av Hagstovuni.
Hagtølini um arbeiðsmegina verða gjørd í samsvari við ásetingar frá altjóða arbeiðsstovninum, International Labour Organization (ILO), undir Sameindu Tjóðum. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini eru sambærlig við tølini hjá hagstovum í øðrum londum, skrivar Hagstovan.
Í november í fjør vóru 32.757 fólk í føroysku arbeiðsmegini. Arbeiðsmegin telur tey arbeiðsvirknu og tey arbeiðsleysu. Arbeiðsmegin sum partur av fólkinum í aldursbólkinum, nevnt vinnutíttleiki, var 84 prosent millum tey 15 til 74 ára gomlu í fjør. Hetta er hægsti vinnutíttleiki í Evropa.
Seinastu kanningarnar hava eisini víst, at føroyski vinnutíttleikin er hægri í nærum øllum aldursbólkum. Munurin kemst serstakliga av, at Føroyar hava fleiri kvinnur á arbeiðsmarknaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald