Uttanlands

Kallas: Vápnahvíld áðrenn samráðingar

Russland má góðtaka eina vápnahvíld, áðrenn farast kann undir veruligar samráðingar um Ukraina, sigur uttanríkisstjórin í ES.

Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES (Mynd: Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix)

Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES (Mynd: Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-11-16 10:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland noyðist at góðtaka eina vápnahvíld og slaka síni krøv, áðrenn farast kann undir veruligar samráðingar, sigur Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES.

– Russar koma við teimum somu krøvunum, sum teir høvdu, tá kríggið byrjaði. Og teir koma viå nýggjum krøvum, sigur Kallas, sum leggur afturat, at tað er ein roynd hjá russum at leingja kríggið.

Í dag hittast uttanríkismalaráðharrar í ES-londunum í Brússel, og friðarsamráðingar er millum evnini, sum eru á dagsskránni, sigur Kallas sambært Ritzau.

Í sambandi við evropeiskar fundir í Dublin í farnu viku segði António Costa, ES-forseti, at semja er um at halda fast við kravinum um ukrainska sjálvavgerðarrættin og rættin til síni landaøki.

Tað er Ukraina, sum skal avgera, um landið eitt nú skal søkja um limaskap í Nato ella ES, segði hann.

Eitt krav hjá Russlandi, sum eisini hevur verið brúkt sum grundgeving fyri innrásina, sum byrjaði kríggið í Ukraina í februar 2022, er, at Ukraina ikki má gerast limur í Nato.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder