Innanlands

Heilsustýrið kannar skíggjanýtslu og heilsu hjá ungum í Føroyum

Úrslitini av kanningini skulu geva Heilsustýrinum og øðrum viðkomandi pørtum eitt betri fakligt grundarlag fyri at meta um tørvin á fyribyrgjandi átøkum og fyri at veita kunning og vegleiðing um skíggjanýtslu.

(Savnsmynd: Visualhunt)

(Savnsmynd: Visualhunt)

2026-11-16 21:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilsustýrið ger í hesum døgum eina umfatandi kanning av skíggjanýtslu, heilsu og trivnaði millum næmingar í 7. og 9. flokki kring alt landið.

Talan er um higartil størstu kanningina av sínum slagi í Føroyum, skrivar Heilsustýrið í tíðindaskrivi.

– Skíggjar eru seinastu árini vorðnir ein alsamt størri partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum, bæði í Føroyum og aðrastaðni. Tøkniliga menningin hevur broytt mátan, vit samskifta og eru saman, og bæði børn og vaksin brúka alsamt meira tíð framman fyri skíggjanum.

– Fleiri kanningar hava víst, ávís sløg av skíggjanýtslu kunnu hava samband við verri heilsu og trivnað. Serliga verður trupulleikakend skíggjanýtsla sett í samband við verri sálarligan og sosialan trivnað og svøvntrupulleikar hjá børnum og ungum. Tó er tørvur á meira vitan um, hvussu skíggjanýtsla og heilsa hanga saman, eisini í føroyskum høpi.

Úrslitini av kanningini skulu geva Heilsustýrinum og øðrum viðkomandi pørtum eitt betri fakligt grundarlag fyri at meta um tørvin á fyribyrgjandi átøkum og fyri at veita kunning og vegleiðing um skíggjanýtslu. Samstundis kunnu úrslitini vera við til at skapa eitt meira upplýst alment kjak um skíggjanýtslu millum børn og ung í Føroyum, skrivar Heilsustýrið.

Ætlanin er at endurtaka kanningina seinni og víðka hana til eisini at fevna um yngri næmingar. Soleiðis verður møguligt at fylgja gongdini í skíggjanýtsluni yvir tíð og kanna, um broytingar síggjast, eitt nú í sambandi við fyribyrgjandi átøk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder