Uttanlands

ST-stovnur fær ikki atgongd til iransk kjarnorkuverk, áðrenn kríggið hevur fingið ein enda

Tað sigur iranski varauttanríkismálaráðharrin, Kazem Gharibabadi.

Iranar á gøtunum í Teheran við myndum av ovasta leiaðranum í Iran, Mojtaba Khamenei (Mynd: Atta Kenare/AFP/Ritzau Scanpix)

Iranar á gøtunum í Teheran við myndum av ovasta leiaðranum í Iran, Mojtaba Khamenei (Mynd: Atta Kenare/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-16 13:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

IAEA, kjarnorkustovnurin hjá ST fær ikki atgongd til iransk kjarnorkuverk aftur, áðrenn kríggið í Miðeystri er av, sigur iranski varauttanríkismálaráðharrin, Kazem Gharibabadi.

– Vit fara ikki at gerav IAEA atgongd, áðrenn krøvini hjá Iran eru gingin á møti, og kríggið hevur fingið ein enda, sigur hann, sambært Ritzau.

Hendan útsøgnin kemur, eftir at IAEA fleiri ferðir hevur heitt á Iran um at loyva stovninum at taka uppaftur eftirlit av kjarnorkuverkunum, sum fingu skaða í amerikonskum álopum í summar.

Síðan tá hevur eftirlit ikki verið framt.

Í september vitjaði IAEA eitt kjarnorkuverk í býnum Bushehr, men stovnurin hevur ikki gingið atgongd til onnur kjarnorkuverk.

Sambært iranska varauttanríkismálaráðharranum verður roynt at fáa atgongd aftur til kjarnorkuverkini, sum fingu skaða í amerikonsku álopunum, fyri at meta um, hvussu munagóð amerikonsku vápnini eru.

Enn hevur tað ikki eydnast at gera eina semju, sum kann fáa enda á krígnum í Iran, sum byrjaði í februar. Iran krevur m.a. at iransk innifryst ogn verður leysgivin, og at revsitiltøkini móti landinum verða sett úr gildi. Iranska kjarnorkuætlanin kann, sambært iranskum embætismonnum, verða umrødd seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder