Mentan

Afturbrá 2 – Gamlar myndir úr Norðoyggjum

Í bókini hjá Jákupi Andreasen, sum verður løgd fram í Varpinum 21. november, eru fleiri enn 200 aðrar gamlar myndir við frágreiðingum og hugleiðingum.

2026-11-17 12:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2024 kom bókin Afturbrá hjá Jákupi Andreasen. Bókin er eitt savn av gomlum myndum úr Norðoyggjum og er sínum einfeldi skipað sum eitt myndarað við viðmerkingum og hugleiðingum hjá Jákupi. Nú kemur Afturbrá 2.

Í bókini, sum Sprotin gevur út, eru fleiri enn 200 aðrar gamlar myndir við frágreiðingum og hugleiðingum.

Í øðrum bindi av Afturbrá ger Jákup eina ferð aftrat ígjøgnum Norðuroyggar fyri hálvari øld síðan. Hetta er sjaldsama góð skráseting av tilveruni har í landinum tá.

Myndirnar lýsa gerandisdagin framúrskarandi væl. Ferð­in var ein onnur, stílurin ein annar og dagurin kropsliga strævnari, skrivar Sprotin í tíðindaskrivi.

Bókaframløga í Varpinum
Afturbrá 2 – Gamlar myndir úr norðoyggjum verður løgd fram leygardagin 21. november klokkan 15 í Varpinum í Klaksvík.

Jógvan við Keldu fer at hugna um løtuna við klaverspæli, og Jákup fer at varpa myndirnar upp og greiða frá.

Tiltakið er alment og ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder