2026-11-16 13:49
Vegna arbeiði og eftirlit er Sandoyartunnilin stongdur fyri ferðslu komandi næturnar.
Hetta verður galdandi frá í kvøld til fríggjamorgunin 20. november, boðar tunnilsfelagið frá.
Í hesum tíðarskeiði er tunnilin stongdur frá klokkan 22 á kvøldi til klokkan 6 á morgni.
Ferðslan verður tó leidd gjøgnum tunnilin klokkan 23, á midnátt, klokkan 1, 2 og 4.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald