Mentan

Robert Pattinson er nýggi James Bond

- At siga, at leikluturin er ein dreymur, ið gongur út, er at undirdríva, sigur Twilight-sjónleikarin, sum verður 007-agenturin í komandi James Bond filminum.

(Mynd: Tiziana Fabi/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Tiziana Fabi/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-16 16:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Okkurt bendir á, at James Bond ikki doyði kortini, tá ein stórur brestur var norðast á Kalsoynni í seinasta James Bond filmi.

Tí í dag er kunngjørt, at ein nýggjur filmur um agent 007 er á veg, men tað verður við einum nýggjum sjónleikara í høvuðsleiklutinum.

Nýggjur James Bond verður Robert Pattinson, 40 ára gamli enski sjónleikarin, kendur fyri sínar leiklutir sum Batman og í Twilight-røðini.

- At fáa leiklutin sum 007 er ein heiður fyri lívið, tí James Bond er ein av mest legendarisku leiklutunum í filmsheiminum, sigur Pattinson við miðiin Varity, og leggur afturat:

- At siga, at hesin leikluturin er ein dreymur, ið gongur út, er at undirdríva.

Hann tekur við sum eftir Daniel Craig, sum hevur verið James Bond síðan 2006.

Craig byrjaði við filminum “Casino Royal”, og seinast í nógv umrødda filminum við brestinum í Kalsoynni, “No Time to Die”.

Farið verður ígongd við komandi James Bond-filmin í 2027 og væntandi kann filmurin síggjast í 2028.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder