Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, boðar frá, at felagið hevur skriva undir trý ára semju við Føroya Arbeiðarafelag um dagrøktararnar, galdandi frá 1. oktober í fjør til 30. september 2028.
Lønarhækkanirnar verða, sum víst niðanfyri:
1. oktober 2025 hækka allar mánaðarlønir 3,37 prosent.
1. oktober 2026 hækka allar mánaðarlønir 3,45 prosent.
1. oktober 2027 hækka allar mánaðarlønir 3,00 prosent.
Harumframt hava partarnir avtalað nýggja áseting viðvíkjani dagrøktarum, sum hava trý børn undir 2 ár í ansing. Í slíkum føri telja børnini frameftir við 33,3 prosent.
Eisini er ein neyðug og tíðarhóskandi dagføring gjørd í mun til eftirlønina hjá dagrøktarum, at eftirløn skal gjaldast av allari lønini hjá dagrøktarum – broytingin kemur í gildi tann 1. oktober 2027.
Galdandi frá 1. januar 2027 verða álitisfólk samsýnd svarandi til eitt lønarstig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald