2026-11-17 11:27
Eitt ógvusligt tokóhapp hendi í kekkiska høvuðsstaðnum, Prag, tíðliga í morgun. Tvey tok rendu saman, og minst 46 fólk hava fingið skaða, skriva kekkiskir miðlar.
Fýra teirra hava fingið álvarsligar skaðar. Teirra millum eru teir báðir lokomotivførararnir.
Samanstoyturin hendi nærhendis høvuðstokstøðina í Prak – enn er orsøkin ókend.
- Vit kunnu enn ikki staðfesta, um talan var um eitt tekniskt óhapp, ella ein menniskjaligan feil, men okkurt bendir á, at annað tokið koyrdi fram við reyðum ljósi, situr kekkiski ferðslumálaráðharrin, Ivan Bednárik.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald